Tað verður alt ov nógv fiskað av uppsjóvarfiski
Tað verður alt ov nógv fiskað av uppsjóvarfiski, og um onki verður gjørt, so fer tað at hava álvarsligar avleiðingar fyri stovnin.
Tað hevur ráðgevandi nevndin hjá ES viðvjandi uppsjóvar fiskiskapi, Pelagic Advisory Council, sagt við ES nevndina í sínum nýggjasta tilmæli, skrivar miðilin The Fishing Daily.
Mest loyvda veiðan (TAC) eftir makreli, sild og svartkjafti er ikki burðardygt, fær ES at vita í skrivinum.
- Mannagongdin við, at hvørt landið sær ásetur egnar alt ov stórar kvotur, er ikki burðardygg og ikki ein gongd leið, sigur nevndin, og leggur serliga Noreg og Føroyar undir at hava ovfiskað makrelin síðani 2010.
Nevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá ICES um mestloyvdu veiðu eftir makreli, sum er 577.000 tons næsta ár og eftir sild, sum er 412.000 tons. Fyri svartkjaft er talið 1,45 mió tons.
Tilmælið frá ráðgevandi nevndini verður tikið við í samráðingarnar um TAC'ið fyri næsta ár.
Tað skrivar vp.fo