Tað tykist undrunnarvert
Kaldkrígsstemningur hevur verið hesa vikuna.
Knappliga er hvør russiskur trolari lagdur undir illgruna fyri at vera njósnaraskip. Hetta hendir eftir, at ein sjónvarpssending hevur avdúkað, at avlurtingartól, ið vórðu brúkt undir kalda krígnum, vóru funnin umborð á einum russiskum trolara, ið legði inn í Kirkenes í Norðurnoregi eftir at hava verið til fiskiskap undir Føroyum.
Leygardagin skrivaði Ingi Samuelsen hetta í oddagreinini á portal.fo
Víst er tað illgrunasamt at ávísir russiskir trolarar vísa so stóran áhuga fyri økjum, har sokallaður ‘kritiskur infrastrukturur’ – tað vil siga leiðingar til eitt nú samskifti og olju/gass – liggur eftir botni.
Og tað kann væl eisini vera, at sokallaðir sivilir trolarar og onnur fiskifør undir Føroyum, gera ávísar uppgávur fyri statin, ið lættliga kunnu koma undir at vera njósning. Men halló – hava russarar ikki altíð gjørt tað?
Er tað veruliga nakar, sum heldur, at russarar – alla ta tíð tey hava fiskað og virkað undir Føroyum – ikki hava skaffað sær vitan og upplýsingar um siglingarleiðir, streym- og botnviðurskifti eins og útgerð á landi at brúka eisini í møguligari krígs- ella krepputíð?
Sjálvandi hava russararnir tað.
Tað, ið tykist vera øðrvísi í dag í mun til kalda kríggið undir sovjetttíðini, er, at russiska fregnartænastuvirksemið – um tað er tað – gongur fyri seg so ódult.
Hví gera slíkar opinlýsar siglingar – 130 ferðir yvir ein týðandi samskiftiskápil – tá tey vita, at skipið kann ‘trackast’ hóast sokallaði AIS-urin er sløktur?
Og hví fylkjast ein stórur floti av russiskum trolarum og farmaskipum av ivasamum uppruna í Havnini júst sum danski verjumálaráðharrin vitjar, og sum avdúkandi sendingin um russiskar njósnaratrolarar verður víst í norðurlendskum sjónvarpsrásum?
Tað tykist undrunnarvert.
Ein kann ikki lata vera við at fáa illgruna um, at tað situr onkur admirálur í Murmasnsk ella Kreml og stjórnar hesum leikinum, sum einans hevur til endamáls at erta – provokera.
Hvat endamálið er við hesum, klára vit ikki eingang at gita um. Kanska kemur tað fyri ein dag ein dag? Kanska komandi partarnir av norðurlendsku sjónvarpsframleiðsluni geva okkum eitt svar ella eina ábending.
Og ímeðan bíða vit eftir at finna útav hvørjum beini Føroya Landsstýrið – øll politiska skipanin í Føroyum – skal standa á,.......LES ALLA GREININA HER Blaðið Vikuskifti | Nr. 16 (bladid.fo)