Tað man vera við blandaðum kenslum vit frætta, at nú skal Helena søkkjast.
Helena TG 306
Tað man vera við blandaðum kenslum vit frætta, at nú skal Helena søkkjast.
Helena sakk jú við tjúgu monnum í 1920. Onkur helt hana fara á Mykinesstronginum, meðan annað ástøðið segði hana hava siglt saman við Kristinu, sum eisini hvarv í hesi somu ódn við 16 monnum.
Mikkjal í Búð (f.23.04.1883) kom til Sandvíkar hendan várdagin í 1920. Bestimaður hansara, Niels Martin (f. 11.04.1883) bað konu sína, Cathrinu Elisabeth (24.10.1893), fara at kóka kaffi, tí nú kom skiparin við skipsboðum.
Hann hevði tá siglt við Mikkjali í fleiri ár sum bestimaður, og øvugt orð var ongantíð fallið teirra millum, tvørturímóti.
Men hvat hendir so hendan dagin. Mikkjal í Búð hyggur ikki inn á gólvið hjá bestamanni sínum, Niels Martin.
Helena fer sína seinasta ferð av Trungisvági við Mikkjali í Búð úr Hvalba, sum skipara, og Mortani Holm í Geilini (f.15.06.1892) úr Hvalba sum bestamanni.
Mikkjal í Búð búði á Tvørábakka, og var altíð millum teir bestu at fiska – serliga við Helenu, og altíð var hann millum teir fyrstu at fara á Suðurlandið um várarnar.
Tá søga verður skrivað, fært tú ofta ta fatan, at skipararnir sjálvir drógu fiskin av grunni. So var sjálvsagt ikki. Har hevur sjálvandi staðið á hvørjum manni líka frá skipara til yngsta pung.
Hetta árið, teir ganga burtur, fóru teir av Trungisvági tann 26. februar 1920.
Eitt ræðuligt ódnarveður tók seg upp dagin eftir og hildið varð, at Helena fórst á Mykinesstronginum. Annað ástøðið sigur, at Helena og Kristina rendu saman í sama ódnarveðri og hvurvu somu nátt.
Hendan dagin Helena fór út av Trungisvágsfirði, gekk bestimaðurin sær ein túr úr Sandvík upp á Tvøroyri, og út á Tvørábakka. Har lá Helena, og har sá hann vinir sínar fara umborð teirra seinastu ferð.
Hesa seinastu og endaligu ferðina fekk Niels Martin ikki skipsboð.
Mikkjal í Búð, skipari, 35 ár, Hvalba,
Mortan Holm í Geilini, bestimaður, 27 ár, Hvalba,
Tummas Strøm, 27 ár, Hvalba,
Óli Vilhelm Holm, 25 ár, Hvalba,
Óli Skaalum, 21 ár, Hvalba,
Jóan Jákup Ludvig, 21 ár, Hvalba,
Niels Jákup Poulsen, 38 ár, Sandvík,
Jens Hansen 25 ár, Sandvík,
Danjal Johs. F. Bolstad 17 ár, Sandvík,
Jóhannes Poulsen 31 ár, Sandvík,
Hans Pauli Thomasen, 29 ár, Tvøroyri,
Anton Martin Fr. Henriksen 30 ár, Tvøroyri,
Jóhannes Joensen á Sondunum, 39 ár, Tvøroyri,
Tummas Marius Thomasen 21 ár, Tvøroyri,
Vilhelm Thorsteinsson, 32 ár, Trungisvági,
Jaspur Juel Vang, 25 ár, Froðba,
Tummas Pauli Stenberg 21 ár, Froðba,
Jóhan M. Michelsen, 21 ár, Skúgvoy,
Jens S. I. Michelsen. 27 ár, Skúgvoy,
Óli Johan Joensen, 32 ár, Skarvanesi.
Annað várið fimm ár undan hesum, druknaðu 14 mans úr Sandvík og Hvalba í skaðagrindini í Sandvík, 1915.
At enda fara vit so sjálvandi at bera klaksvíkingum bestu kvøður og blíðan byr við átaki teirra at brúka dagsins Helenu, 2024, sum kavaraskúla.
Tað skrivaði Hergeir Nielsen 13.August 2024.