Tað má ikki koma fyri, at útlendingar verða illa viðfarnir og arbeiða uttan løn
Tann 30.12.2022 kom fram í Degi og viku, at fleiri útlendingar hava arbeitt hjá Farhatsa Pizza uttan løn í fleiri mánaðir.
Tað er annars eitt krav, tá ið arbeiðs- og uppihaldsloyvi verða givin, at útlendingar skulu vera tryggjaðir eina góðkenda mánaðarløn - annars skulu teir av aftur landinum beinavegin.
Tað skrivaði Georg L. Petersen 31.12.2022 á kvf.fo
Tað er fyrrverandi løgtingsmaðurin, Bill Justinussen, sum hevði staðið fyri at fáa øll arbeiðsloyvi upp á pláss. Hann var eisini vitandi um, at útlendingarnir ikki fingu løn.
Umstøðurnar hjá teimum, sum Dagur og vika tosaði við í gjár, høvdu eisini verið út av lagi vánaligar.
Hetta ætlar Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í útlendingamálum, at taka upp beinavegin mánadagin.
Hoyr samrøðuna við Bjarni Kárason Petersen HER https://kvf.fo/netvarp/uv/2022/12/31/landsstri-fer-kanna-tlendska-arbeismegi