Tað er stórur tørvur á manning
Seinasta mánaðin hevur Jákup Godtfred verið stýrimaður umborð á Logos Hope.
Hann fór umborð, meðan skipið lá í Durban í Suðurafrika og sigldi síðani við yvir til Cape Town.
Á myndini er hann saman við stýrimanninum, sum hann avloysti, Jacob úr USA.
Logos Hope liggur í Cape Town restina av mánaðinum og fer síðani til Walvis Bay í Namibia og seinni til Angola og Gana.
Doulos Hope er í løtuni í Phnom Penh í Kambodja. Fyrst í juli liggur leiðin til Singapore og síðani til Kuching og Sandakan í Malaysia.
Tað er stórur tørvur á manning av øllum slag til bæði skipini. Um tú kundi hugsað tær eina annarleiðis uppliving, minnir fyri lívið og sæð ein heilt annan part av heiminum, samstundis sum tú tænir Gudi, set teg so í samband við okkum.
Tað skrivar OM Føroyar á facebook-vanga sínum