Tað meinar Sólvit
Tað er ein prísveitsla yviri í Norra. Veitslan koyrir uppá tað besta, men vit skulu heim. Vit eru sum hann sjálvur í sanginum hjá Jóan Jakku Guttesen, sum pent spyr um ein dans, men fær noktandi svar og fer so bara heim og letur veitsluna verða fyri tey, sum fáa ein dans.
Lógin um sjófeingi krevur, at øll føroysk veiða skal um føroyskan bryggjukant: "Politiskt er ynskiligt at seta krav um, at øll veiða skal um føroyskan bryggjukant. Endamálið er at tryggja, at sum mest av fiski kemur upp á land í Føroyum og á tann hátt skapa virksemi og arbeiðspláss á landi í Føroyum, og at geva virkjum á landi í Føroyum betri atgongd til rávøru"
Also - mann hevur politiskt valt at tvinga skipini at landa í Føroyum, so virkini kunnu hava garanteraða atgongd til rávøru.
Skipanin tryggjar nøkrum fáum virkjum eitt gott yvirskot, men tænir ikki nøkrum øðrum endamáli.
Talan er enn einaferð um eina stuðulsskipan, har mann politiskt stuðlar eini bestemtari vinnu, heldur enn at lata vanligu kreftirnar ráða, har vinnan sjálv innrættar seg eftir umstøðunum og allarhelst fekk ein meira burturúr, enn hon fær í dag.
Tað skrivar Sólvit Emilsson Nolsø á sínum facebook-vanga.