Tað er ikki rætt, at avkastkrav hevur hægri leigu við sær.
Bústaðir og avkast
Føroya Handverksmeistarafelag: Tað er ikki rætt, at avkastkrav hevur hægri leigu við sær.
Landstýriskvinnan við ábyrgd av Bústøðum hevur skotið upp, at tað ikki longur skal vera eitt krav, at Bústaðir skal fremja byggiverkætlanir saman við privatum aktørum. Hetta er skilligt. Men tá landsstýriskvinnan vil vera við, at tað kemur at hava við sær, at leigan verður bíligari, tí um Bústaðir ikki samstarvar við privatar aktørar, sum mugu hava fíggjarligt avkast, so kann bústaðir hava eina bíligari leigu, fer hon heilt skeiv.
Um tað var soleiðis, at bústaðir hevði kunnað havt lægri úleiguprísir, um teir ikki skulu samstarva við privatar aktørar, so høvdu teir longu havt lægri leiguprísir. Allar tær fyrstu verkætlanirnar, sum Bústaðir hava gjøgnumført, hava verið uttan privatar aktørar. Tað man vera ógvuliga sjáldsamt, at nakar hevur umtalað hesar leiguíbúðir sum kostnaðarvinarligar.
Var tað soleiðis, at Bústaðir skuldi bygt meira kostnaðarvinarligt, so kundu Bústaðir byrja við at bjóða fleiri av sínum verkætlanir út í millum byggirfyritøkurnar. Hetta hevði ført við sær tann lægsta prísin fyri ta verkætlanina, sum Bústaðir nú einaferð bjóðar út.
Føroya Handverksmeistarafelag tekur undir við, at tað ikki longur veður krav hjá Bústøðum at samstarva við privatar aktørar. Til summar verkætlanir egnar tað seg væl við slíkum samstarvi, meðan aðrar verkætlanir ikki eru eins væl egnaðar. Tað sagt, vil Føroya Handverksmeistarafelag staðiliga heita á Bústaðir um nettupp at samstarva við privatar aktørar fyri at fremja fleiri, betri og eisini bíligari leigubústaðir til føroyska marknaðin.
Tað skrivar vinnuhúsid.fo
Magnus Magnussen, er formaður Føroya Handverksmeistarafelag