Tað er betri, at skipini fáa loyvi til at viðgera fiskin umborð
Allar forðingar beinast av vegnum
Tað er betri, at skipini fáa loyvi til at viðgera fiskin umborð, um reiðarin metir, at tað gevur meira ella at senda fiskin heilan av landinum, um tað er betri. Tað skapar eins stór virðir til føroyska samfelagið og meira verður hjá sjómonnum at býta sínámillum.
Útflutningurin verður skaptur, so vit føroyingar kunnu innflyta alskyns vørur, so sum sjónvarp, akfør og tilfar til hús. Men tá tað er gjørt, hava vit stóran tørv á øðrum tænastum í samfelagnum, sum vit føroyingar sjálvir skulu skapa og veita.
Tað er nevniliga spurningurin, hvar gert tú mest nyttu. Er tað betri hjá einum starvsfólki at standa á flakavirki og skera flak ella er tað betri, at sama starvsfólki fer á ellisheimið at taka sær av gomlum fólkum. Ikki ber til at gera bæði, og tí má veljast.
Um so er, at sjómaðurin sjálvur megnar at skapa neyðuga útflutningin við at veiða fisk, er ikki neyðugt, at eitt starvsfólk er á landi og sker í fiskin. Betri er, at starvsfólki fer á ellisheimið at arbeiða ella í ferðavinnuna at skapa virðir har ístaðin.
Hesar reglur eru partur av einum lesarabrævi, sum Hans Jákup Mikklesen hevði í seinastu viku. LES ALT HER https://fiskimannafelag.fo/savn/tidindi/skeiv-nytsla-av-arbeidsmegi