Tá útróðrarmenn í Klaksvík váðaðu lívið í 1959
Her sæst farmaskipið Karin K snara suður við Klakkinum, meðan 10 hvítmálaðir útróðrarbátar fylgja eftir henni út eftir Pollinum.
Myndin er tikin 8. august 1959, tá Kjølbro fyritøkan sendi stóra skipafylgið avstað til Eysturgrønlands, har útróðrarbátarnir skuldu royna við snøri og snellu og landa veiðuna umborð á móðurskipið. Tilsamans vóru 133 mans við á ferðini til Grønlands. Tíverri miseydnaðist henda royndin at finna nýggjar fiskileiðir, og tað var heppið, at allir bátarnir komu aftur, men tað er ein onnur søga.
Bátarnir, sum skuldu avreiða til karin K vóru Dragasund, Grunningur, Dragin, Eystnes, Eysturhøvdi, Havsbrún, Ørvur og Nevið Reyða, sum Kjølbro fyritøkan átti. Afturat teimum vóru tveir leigaðir bátar, Glottin hjá Josias Matras í Klaksvík og Mathilda hjá leirvíkingum. Ein av myndunum hjá Jóannes Niclasen sála.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum