Tá tað loysir seg betur at handfara veiðuna sum skræpu
Fiska vit slógv til útflutnings?
Í vikuni kunngjørdi Hagstovan hagtølini fyri føroyska útflutningin sjey teir fyrstu mánaðirnar í ár.
Tað er at undrast yvir, at afturgongd er á so at siga øllum fiskasløgum, sum vit útflyta. Fyri bæði makrel og sild var afturgongdin góð 4.000 tons, meðan afturgongdin í útflutninginum av svartkjafti er 14.000 tons.
Hetta sama tíðarskeiði er útflutningurin av teirri vøruni, sum Hagstovan kallar fyri “slógv og fiskaúrdráttir” vaksin við umleið 40.000 tonsum úr knøppum 18.000 tonsum sjey teir fyrstu mánaðirnir í fjør til næstan 59.000 tons somu mánaðirnar í ár.
Samstundis er ein bólkur, kallaður “annar fiskur” vaksin við 73.000 tonsum úr 87.000 upp í 160.000 tons.
Sambært Hagstovuni er tað “fiskamjøl, fóður, lýsi og líknandi”, sum er koyrt í hesar bólkarnar.
Kanska finst tað ein rímilig frágreiðing uppá, hví mynstrið í útflutninginum er broytt so drastiskt hetta árið. Tað fáa vit tíverri ikki at vita frá Hagstovuni, sum bara skrásetir og ikki greinar.
Men við at sammeta útflutningstølini í nøgd og í virði, so sæst, at miðalprísurin á makreli er hækkaður rættiliga fitt hetta árið. Sildin er hækkað eitt vet, meðan svartkjaftaprísurin er farin aftur.
Men miðalprísurin pr. kilo av “slógvi”, hvat tað so enn her, er eisini hækkaður úr 4 heilt upp á næstan 7 krónur kilo – næstan tað sama sum fæst fyri sildina. Meðan miðalprísurin fyri “annan fisk” er minkaður, men er kortini høgur, yvir 10 krónur fyri kiloð.
Kortini tykist tað...... LES ALLA GREININA HER Blaðið Vikuskifti | Nr. 38 (bladid.fo)