Tá farmaskipið Carolina Thorden varð bumbað í Nólsoyarfirði
Tá eg í myndabók hjá familjuni síggi sluppina Grundick hjá abba mínum pumpa sjógv úr stórum farmaskipi, gjørdist eg forvitin. Myndirnar eru frá 1941. Eg at leita og kom í bókini Stríðsárini 2 eftir Niels Juul Arge fram á greinina um finska farmaskipið Carolinu Thorden, sum eg hevði lisið um fyri nú nógvum árum síðani. Tað skrivar Vagnur Michelsen á síni heimasíðu "Hvannrók.
Skipið var komið úr Amerika á rannsóknarferð fyrst til Vardø í Norra og var komið til Føroya. Skipið var 26. mars 1941 eysturi úr Borðuni, har skiparin fekk boð frá bretum at sigla í Nólsoyarfjørð.
Umborð á finska skipinum vóru 76 fólk, har 35 vóru ferðafólk. Øll manningin var finsk uttan ein, sum var dani. Á veg inn í Nólsoyarfjørð nærkast tvey týsk flogfør Carolinu Thorden og sleppa tveimum bumbum, sum falla í sjógvin. Flogførini royna enn einaferð, men eisini hesuferð falla bumburnar í sjógvin. Innan fyri Borðuna lá ein vápnaður trolari, og skiparin á Carolinu Thorden stýrdi móti honum til tess af fáa eitt sindur av verju, men nú kom annað flogfarið triðju ferð og slepti tveimum bumbum, sum brustu báðu megin forkantin á lúkuni nummar fýra á dekkinum.
LES ALLA GREININA HER Á HVANNRÓK HER Úr myndasavninum - Tá farmaskipið Carolina Thorden varð bumbað í Nólsoyarfirði - Hvannrók (hvannrok.fo)