Tá Dánjal læs heilsanina á kortinum, skapti hon bæði látur, gleði og undran.
Jólaløta umborð á Vestmenningi
Hóskvøldið 14. desembur varð skipað fyri jólaløtu umborð á Vestmenningi, sum lá á Vestmanna. Sjómanskvinnuringurin var boðin við, ja, var orsøk til løtuna. Sjómanskvinnuringurin skuldi geva skipinum gávu, og nú var lagaliga løtan. Manningin var boðin við og fleiri teirra vóru við.
Á skránni var felagssangur, andakt við Torleif Johannesen, sjómanstrúboðara og so sang Magni Christiansen eisini. Aftaná var gávan frá ringinum pakka upp og hon var ein vakur málningur av Vestemnningi, sum Martin Joensen hevði málað.
Mary Gaard greiddi frá gávuni, og ynskti teimum Guds signing.
Aftaná pakkaði manningin gávurnar frá sjómanskvinnuringunum upp og lósu heilsaninnar. Tað var sera hugnaligt og hugaligt at upplivað, og navn á gevara var í nøkrum pakkum.
Ein pakki leyp av, og hann fekk Dánjal Jacobsen, fyrrverandi skipari, sum eisini var við til løtuna. Tá Dánjal læs heilsanina á kortinum, skapti hon bæði látur, gleði og undran.
Har stóð: -Jólini 2023. Tær og tínum verður ynskt eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Harrin signi teg á lívsleiðini. Bestu heilsanir frá SKA í Emmaus.(Klaksvík).
Um húgvan er ov lítil so lat meg hoyra frá tær á sms.( telefonnummar) og tú fært eina nýggja, ella einar heitar hosur og tá stødd á fóttoy-
Dánjal passaði húgvuna og var fegin um gávuna. Hann lovaði at ringja og takka fyri.
Aftaná bjóðaði manningin til góðan dekkamunn í messuni. Konurnar og manningin hugnaðu sær við drekka og prátið, og øll vóru samd um, at løtan var góð og gevandi.
Ein tílík løta ger arbeiðið hjá sjómanskvinnuringunum og Sjómansmissiónini ítøkiligt og gevur bæði gleði og íblástur.
Takk fyri øll somul og gleðilig jól.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin. Myndirnar eigur TJ-myndir.
FLEIRI MYNDIR NIÐANFYRI