Svenning av Lofti ísraelskur heiðurskonsul
Ísrael hevur útnevnt Svenning av Lofti til ísraelskan heiðurskonsul í Føroyum.
Tað hendi í gjár, tá ísraelski sendiharrin í Danmark, David Akov, gjørdi Svenning av Lofti til heiðurskonsul.
Hetta var í ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn.
Ferðaleiðari síðani 1977
Svenning av Lofti hevur skipað fyri ferðum og verið ferðaleiðari hjá føroyingum á ísraelsferðum síðani 1977. Hann hevur verið í Ísrael okkurt um fimmti ferðir.
Svenning av Lofti var við til at stovna Vinarfelagið Føroyar-Ísrael, har hann í nógv ár var nevndarlimur og formaður.
Í mai 2007 heiðraði ísraelska ferðamálaráðið Svenning av Lofti, tí tá hevði hann ferðast við føroyingum til Ísraels í 30 ár.
Hetta er fyrstu ferð, at ísraelska sendistovan í Keypmannahavn útnevnir ein heiðurskonsul.
Tað skrivar kvf.fo