Svartkjafturin er stórur og feitur

Íslendingar fáa nógvan svartkjaft í føroyskum sjógvi

Íslendingar lata væl at svartkjaftafiskiskapinum í føroyskum sjógvi.

Seinastu dagarnar eru trý skip komin á Norðfjørðin við stívliga 7.000 tonsum.

Skipini royndu eystan fyri Føroyar og í landsynning úr Føroyum.

Svartkjafturin, tey fáa, er stórur og feitur, boða skipini frá.

Sambært íslendsku skipunum, vóru tvey føroysk og tvey russisk skip á fiskileiðini.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo