Svartkjaftakvotan hækkar munandi komandi ár
ICES mælir til, at heildarkvotan hækkar við 81 prosentum í 2023.
Svartkjaftastovnurin í norðuratlantshavinum livir væl, og tí hevur Altjóða Havransóknarstovnurin ICES mælt til, at kvotan fyri veiðu av svartkjafti hjá strandarlondunum hækkar uppí 1.359.629 tons í komandi ár.
Hetta svarar til, at 2023 kunnu londini fiska 81 prosent meira av svartkjafti.
Hóast vit enn ikki vita hvussu stór føroyska kvotan verður, so vita vit, at hon fer at hækka.
Sambært Jan Arge Jacobsen, deildarstjóra á uppisjóvardeildini á Havstovuni, kemur henda stóra hækking av góðu tilgongdini av árgangunum 2019-2021, og serliga 2020-árganginum, sum er mettur at vera metstórur
Verri stendur til við øðrum fiskasløgum
Ikki allir uppisjóvarfiskur livir líka væl. Makrelurin hevur tað fínt, meðan verri er við norðhavssildini.
Tilmælið fyri makrel er 782.066 tons fyri 2023, sum er ein lækking á 2% í mun til í fjør.
Tilmælið fyri norðhavssild er 511.171 tons fyri 2023, sum er ein lækking á 15% í mun til 2022. Sambært Havstovuni, hevur gýtingarstovnurin verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, og væntast at minka komandi ár.
Tað skrivar Petur Kristinn Vang á kvf.fo