Svanur mátti bróta túrin av
Íslendski pelagiski trolarin Svanur, sum Brim hf í Reykjavík eigur, lá Runavík fyrr í vikuni.
Teir vóru á øðrum svartkjaftatúri í ár, tá teir fingu trupuleikar við nótaleggjaranum.
-Tá vit hálaðu okkara fyrsta hál á hesum túri, fingu vit álvarsamar trupuleikar við høvdinum á nótaleggjaranum. Vit nýta hann nógv tá vit arbeiða við trolinum, og tí er hann neyðugur. Tað sigur skiparin, Bjarni Auðunsson.
-Vit komu á Runavík í morgun og menn frá KJ Hydraulik hava tikið høvdið av, og skulu gera tað í stand. Vónandi sleppa vit aftur til fiskiskap í morgin, sigur hann.
-Tað var svartkjafur at fáa, so tað er ergiligt at noyðast inn, men soleiðis gongur viðhvørt. Fyrsti túrurin í ár gekk væl og vit landaðu 1850 tons til mjølverksmiðjuna á Vápnafjørðinum. Har landa vit nærum hvønn túr. Nú vóna vit at fiskiskapurin framvegis verður góður tá vit koma aftur á fiskileið, sigur Bjarni.
Svanur er fyrrverandi Strand Senior. Hann er bygdur í 1999, lastar 1900 tons og hevur ein 7500hk. Wärtsilä motor.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina. Hann hevði eitt Guds orð og bøn.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.