Sunnumorgun við Stangarbrúgvarnar í 1970 unum
Ein mynd frá tíðini, tá útróðurin hevði stóran týdning fyri nógv húsarhald í Klaksvík, og merkti býin sum heild. Teir uttaru bátarnir eru Nestangi og Lisshøvdið, sum seinni fekk navnið Høvdarøðin. Hann sær út til at hava trolað um hasa tíðina, tí ein trollemmur sæst frammi á bógnum, og tvær strikur síggjast niður við síðuni har frammi. Tó manglar tann appilsinguli liturin, sum trolbátarnir skuldu hava millum strikurnar á síðuni, tá teir trolaðu á landleiðini, Kanska er troltíðin liðug, tá myndin er tikin.
Tann uttari av innaru bátunum er Herdis, sum Kamar Klein róði út við um hesa tíðina. Frammanundan æt hann Hópur, tá Lýður Lydersen átti hann. Tann innari guli báturin er Ása, sum fekk hetta navnið, tá Jakku hjá Simonu keypti hann. Hinumegin brúnna liggur Dragasund, sum Sylvan Jacobsen keypti, tá Kjølbro fyritøkan seldi útróðrarbátarnar. Dragasund og Grunningur vóru teir størstu útróðrarbátarnir hjá Kjølbro. Teir vóru báðir 80 tons til støddar.
Pápi fór at rógva út við Nestanga í 1972, og tá varð hann málaður svartur um allan skrokkin, sum víst á myndini. Fá ár seinni málaði hann bátin hvítan niðast á bógnum, og hetta klæddi bátinum nógv betri. Tí haldi eg, at myndin er tikin onkuntíð miðskeiðis í 1970 unum ella eitt sindur seinni.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna á facebook-vanga sínum.