Sunnudagin kom Brimil við Olgu Mariu á Havnina

Leygarkvøldið 14. Januar 2023 ringdi skiparin á Olgu Mariu umborð á Brimil og boðaði frá,

at teir høvdu trupulleikar við róðrinum, og teimum tørvaðu sleip til lands.

Olga Maria var tá stødd til fiskiskap á Skeiva Banka.

Brimil og Olga Maria komu á Havnina fyrrapart sunnudagin.

Ein sleipibátur hjá Mest tók Olga Mariu uppá sleip restina av teininum.

Myndina omanfyri hevur Magni Arge tikið. Her eru fleiri myndir inná vorn.fo https://www.vorn.fo/kunning/tidindi/olga-maria-rodurtrupuleikar