Sundaberg vrak - eitt 35 ára minni
Tann 4. januar 2023, og tað eru júst 35 ár síðan, at Sundaberg rendi á ein flúr beint uttan fyri Vardø í Noregi og varð vrak.
Hetta var triði saltfiskatúrurin hjá mær í Barentshavinum.
Eg var 18 ára gamal, tá ið vit fóru av Klaksvík leygarkvøldið 28. november 1987, sama dag sum ein syrgilig vanlukka hevði verið í Klaksvík. Erla og Heri druknaðu, eftir at bilurin var farin útav sunnan fyri Langukai, heilt har inni í krókinum. Heri og eg gingu í skúla saman í 10 ár. Ein so ræðulig hending, sum gjørdi tað ógvuliga trupult hjá mær at fara avstað hetta kvøldið.
Vit mynstraðu klokkan 19 og fóru frá bryggju eina løtu seinni. 4-5 dagar seinni vóru vit á fiskileið í norskum sjógvi í Barenthavinum.
Fiskiskapurin var góður hendan túrin, sum gjørdist alt ov stuttur og endaði í úrtíð. Vit høvdu sløk 300 tons av saltfiski í lastini eftir ein góðan mánað til fiskiskap.
Kvøldið fyri, t.e. sunnukvøldið 3. januar 1988, kom norska fiskiveiðieftirlitið umborð at gera regluligar kanningar. Vit á skiparavaktini tørnaðu inn beint eftir midnátt, sum vit plagdu.
Morgunin eftir, tann 4. januar, verða vit purraðir út klokkan 6 og fáa at vita, at vit eru á veg inn, tí norska fiskiveiðieftirlitið vildi vera við, at vit høvdu trolað á stongdari leið.
Vit vóru tiknir og skuldu inn til Vardø, sum er eystasti býurin í Norra, liggur á einari oyggj eystan fyri meginlandið. Vaktarskipið sigldi inn saman við okkum, meðan nakrir menn frá vaktarskipinum vóru umborð hjá okkum á túrinum inn.
Beint eftir at morgunmaturin var fingin niðurum, vóru vit nakrir av manningini staddir í oljuklæðirúminum. Vit ætlaðu okkum at fara at skera kjálkar, høvdu tikið nógv stór høvd og fylt nakrar kurvar kvøldið fyri. Vit vistu einki um, hvussu nær landi vit vóru hesa løtuna.
Meðan vit lata okkum í oljuklæðir, stoytti skipið. Onkur, sum stóð uppi, datt.
Ljóðið av stoytinum minnist meg ikki at vera so ógvusligt, men tað var eingin ivi, at vit høvdu siglt á okkurt hart, sum var undir skipinum.
Nógvir menn vóru skjótir upp á dekkið. Har var tó.........................LES ALLA GREININA HER https://nordlysid.fo/tidindi/77033/sundaberg-vrak-eitt-35-ara-minni
Tað skrivar Hanus Kjølbro á nordlysid.fo