Sum at fáa ein bjargingarvest frá Titanic
Í síðstu viku kom ein eldri maður á gátt á Veðurstovu Føroya og gav Hanusi Kjølbro, veðurmanni, ein bjargingarvest, sum hann hevði funnið í fjøruni í Hvannasundi. Bjargingarvesturin er frá flótiboripallinum Ocean Ranger, sum koppaði og sakk 15. februar 1982.
- Maðurin fortaldi mær, at hann hevði funnið hendan vestin í fjøruni í Hvannasundi nakrar fáar dagar eftir, at Ocean Ranger sakk í februar 1982, og hann hevur havt hann liggjandi á loftinum líka síðani, sigur Hanus Kjølbro.
Hoyr samrøðuna við Hanus Kjølbro og LES ALLA GREININA HER Sum at fáa ein bjargingarvest frá Titanic | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Tað skrivar Kári Sólstein á kvf.fo