Skip to main navigation Skip to main content Skip to page footer

Stytt dekkaraútbúgving til roynd sjófólk byrjar eftir heystfrítíðina 20.okt.

Nýggir møguleikar

Nú um dagarnar lýsir Sjónám við styttari dekkaraútbúgving til roynd sjófólk. .

Avmarkað pláss, so skunda tær og søk á [email protected]

Tað var uppundir jól í 2024 at Útbúgvingarmálaráðið sendi tíðindaskriv út, har sagt var at stórur tørvur hevur verið á einum smidligari og styttri skúlaleisti at gerast dekkari umborð á føroyskum handilsskipum.

Nú hevur sjónám so sett ferð á útbúgvingina.

 Tíðindaskrivið frá Útbúgvingarmálaráðið ljóðaði soleiðis 

Stórur tørvur hevur verið á einum smidligari og styttri skúlaleisti at gerast dekkari umborð á føroyskum handilsskipum, og hevur hetta leingi verið eftirspurt í vinnuni. Útbúgvingin er nú lýst í kunngerð, ið Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur lýst. Stóri fyrimunurin er, at tú kanst taka skúlapartin til fulltiknan dekkara eftir bert 4 mánaðum. Hevur tú 3 ára siglingstíð, harav 18 mánaðir eru við handilsskipi, ber til at taka útbúgvingina eftir bert 2 mánaðum. Útbúgvingin verður boðin út á Sjónámi í Klaksvík.

Útbúgvingin er úrslit av tilmæli, ið arbeiðsbólkur handaði landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum í juni 2024. Arbeiðið snúði seg um at endurskoða skipsatstøðingsútbúgvingina, og í hesum sambandi tilmældi arbeiðsbólkurin at seta á stovn eina styttri dekkaraútbúgving, ið eisini kann brúkast sum fyrsti partur av skipsatstøðisútbúgvingini. Arbeiðsbólkurin hevði umboðan frá vinnuni, fakfeløgum, Sjónámi, Sjóvinnustýrinum, Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og Undirvísingarstýrinum.

Landsstýrismaðurin fegnast um góða stevið í hesum arbeiði, og at ymisku partarnir á henda hátt kundu loysa hesa uppgávu í felag til gagn fyri bæði vinnulívið.