Stuttur túrur á Bankanum

Nøgdin av toski er á sama støði sum síðstu árini

Ringt veður hevði við sær, at váryvirlitstrolingin á Føroyabanka bleiv nakað stutt, og einans 9 av 29 trolstøðum vórðu kannaðar.

Mest varð fingið av hýsu (Mynd 1), og var meginparturin av hýsuni millum 40 og 50 cm (Mynd 2). Nøgdin av toski er á sama støði sum síðstu árini (Mynd 1), og tó varð nakað meira fingið av smærra toskinum í mun til síðstu árini.

Les alt HER  Stuttur túrur á Bankanum - Havstovan