Stuttleikabátur uppstøðgaði í Hestfirði
Tað var í gjár at MRCC fekk boðini. Báturin var við at reka á land og rópti Mayday á VHF kanal 16. Brimil, í var staddur í Hestfirði, sendi Nósa til hjálpar og Rescue Lív bleiv eisini tilkalla.
Tá ið Nósi kom til bátin, høvdu teir fingið varpið út og tað helt. Nósi setti fast og sleipaði bátin út frá landi. Tá ið Rescue Lív kom á staðið, tóku teir yvir og sleipaðu bátin til Havnar.
Tilvildarliga mynd.