Strarndarlondini samráðast um uppsjóvarfisk
Samráðingarnar eru í London.
Strandarlondini eru Grønland, Ísland, Noregur, ES, Bretland og Føroyar.
Russland er við í samráðingunum um sildina.
ICES mælir til at minka makrelkvotuna niður í 577.000 tons næsta ár.
Tað eru 22 prosent minni enn tilmælta heildarkvotan er í ár.
ICES mælir eisini til at minka svartkjaftakvotuna.
Tilmælið er 1,4 milliónir tons, sum eru 5,4 prosent minni enn tilmælið í ár.
Men ICES heldur, at ráðiligt er at hækka tilmælið um norðhavssild 3,3 prosent, upp í 402.000 tons í 2025.
Tað skriva Høgni Djurhuus, á kvf.fo