Strandfaraskip skulu vera endurgjaldið hjá vinnuni
Ætlanin hjá landsstýrinum um at endurnýggja strandferðsluflotan skal vera eitt slag av endurgjaldi til føroysku vinnuna, sum hevur mist, tí havnirnar í Føroyum eru stongdar fyri russiskum skipum.
Ætlanin er at byggja fýra ella fimm skip.
Hesi skip skulu í størstan møguligan mun byggjast í Føroyum.
Hetta fer væntandi at vera eitt íkast til fyritøkur, sum havnarstongsilin ávirkar.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Beinir Johannesen, løgtingsmann.
Løgmaður sigur, at havnarstongsilin, sum kom 12.juli, hevur gjørt, at nógv færri russisk skip koma í føroyska havn.
Ringt er et meta, hvussu hetta fíggjarliga rakar fyritøkur, sum lata russiskum skipum tænastur og vørur, sigur løgmaður eisini.
Beinir Johannesen spurdi eisini um virksemið hjá russiskum skipum í føroyskum havnum síðani 12.juli og um eftirlit við russiskum fiskiskipum.
Nógv færri upp- og umskipingar
Sambært Vørn vóru 97 um- og uppskipingar hjá russiskum skipum í føroyskum havnum frá 12.juli til 4.desember í fjør.
Í sama tíðarskeiði í ár vóru fýra um- og uppskipingar.
Harumframt hava russisk skip verið 18 ferðir við bryggju í øðrum ørindum enn um- og uppskiping.
Tey hava bunkrað, og í einum føri var skip inni við sjúkum manni, sum hevði brúk fyri lækna.
Frá 12.juli til 11.desember í fjør vóru 11 eftirlitsvitjanir á russiskum fiskiskipum, meðan tey lógu við bryggju.
Hetta svarar til níggju prosent av um- og uppskipingunum í tíðarskeiðinum.
Eftirlit
Í sama tíðarskeiði í ár hevur Vørn gjørt seks eftirlitsvitjanir.
Tríggjar vóru, meðan skipið lá við bryggju og umskipaði.
Hetta svarar til 75 prosent av um- og uppskipingunum.
Tvær vóru, meðan skipið var til fiskiskap, og ein, tá skipið kom inn at bunkra.
Vørn fekk tvær milliónir krónur aftrat í ár í august vóru tvey eftirlitsfólk sett aftrat og tveir eygleiðarar vóru settir í vetur, stendur í svarinum hjá løgmanni.
Tað skrivaði Høgni Djurhuus á kvf.fo tann 22. des.