Strandalondini eru ikki samd um býti av makreli
Strandalondini komu ikki til eina semju í makrelsamráðingunum í dag, tað váttar Ingibjørg Petersen, sum er føroyskur samráðingarleiðari. Samráðingarnar um býti av makreli byrjaðu í gjár og tveir dagar vóru settir av. Men eingin semja fekst á fundinum í dag. Londini eru tó samd um at taka samráðingarnar upp aftur, men ikki er greitt, nær tað verður.
30. september kom ICES við tilmæli, um at lækka makrel fiskiskapin við 70 prosentum. Ingibjørg Petersen kann ikki gera viðmerkingar til innihaldið av samráðingunum meðan tær eru í gongd og tí kann hon ikki viðmerkja, um londini ætla sær at fylgja tilmælunum frá ICES ella ikki.
Mánadagin byrja samráðingarnar um norðhavssild og tær halda fram týsdagin. Mikudag og hósdag samráðast londini um býti av svartkjafti.
Tað skrivaði kvf.fo fyrradagin.