MYNDARØÐ: Stórur Stellu-dagur á Akureyri í Íslandi
Í 1973 keypti íslendska útgerðarfelagið ÚA á Akureyri hekkutrolararnar, Stellu Karinu og Stellu Kristinu frá Pf. Stella í Klaksvík.
Hin 1. november vóru liðin 50 ár, síðan skipini komu til Akureyrar í Íslandi á fyrsta sinni. Í hesum sambandi varð skipað fyri stórum tiltaki í matarhøllini hjá ÚA - felagnum, sum á sinni keypti skipini. Millum 150 og 200 fólk vóru komin saman til tiltakið.
Á Akureyri hava skipini altíð undir einum verið nevnd Stellurnar, og Stellurnar verða roknaðar sum ein varði í íslendskari skipasøgu. Tær vóru ikki bert vakrar á at líta, men eisini burturúr framkomnar í samtíðini og bygdar av einslistum.
Á Akureyri og helst eisini í Íslandi verður ofta tosað um tíðina fyri og tíðina eftir, at Stellurnar komu. Menn vóru grammir eftir at fáa kjans við Stellunum, og teir hugsaðu seg tvær reisir um, áðrenn teir søgdu ein stellukjans frá sær.
Tað er væl kent í Føroyum, at sjófólk, sum hava verið við sama skipi, kennast væl og hava nakað at tosa um, tá tey møtast. Men, tú hevur ikki verið leingi á Akureyri, so kemur tú eftir, at hetta við "stelluhópinum" er nakað heilt serstakt.
Hetta er ein felagsskapur, sum framvegis stendur við langa tíð eftir, at tíðin á skipsdekki er endað – og samleikin fevnir um allar teir, sum hava verið við aðrari ella báðum Stellunum.
Fyri hálvum ári tók leiðarin av Íðnaðarsavninum í býnum, Sigfús Ólafur Helgason, stig til Facebook-bólkin STELLURNAR. Hetta var opin bólkur, men eyðvitað fyrst og fremst ætlaður teimum, sum hava siglt við Stellunum - ella hava havt eitthvørt annað við tær at gera.
Endamálið við bólkinum er at varðveita søguna um hesar báðar ÚA-trolararnar, Stellurnar. Bólkurin fekk beinanvegin dygga undirtøku og hevur í dag útvið 450 limir. Av hesum eru um 40 føroyingar.
Á 50 ára degnum var høvuðshendingin avdúkingin av einum modelli av Stellunum í tí líki, sum tær vóru, tá tær sigldu inn eftir Eyjafirði fyri 50 árum síðan. Á øðrum bógnum stendur Sléttbakur (fyrr Stella Kristina) og á hinum Svalbakur (fyrr Stella Karina).
Hetta vóru nøvnini, sum Stellurnar fingu, tá ÚA-yvirtók skipini.
Skipsmodellið varð avdúkað av Halldóri Hallgrímssyni, sum var fyrsti skiparin á Svalbaki og Sigurlaug Magnúsdóttir, sum var gift Áka Sténfassyni, sála, sum var fyrsti skiparin á Sléttbaki. Skipsmodellið verður at síggja á Ídnaðarsavninum á Akureyri, eftir at tað hevur staðið frammi hjá ÚA í eina viku.
Tá stigtakarin, Sigfús Ólafur Helgason, hevði bjóðað samkomuni at vera vælkomin, var bergtakandi sangframførsla frá Kallakóri Akureyrar. Síðan greiddi stigtakarin frá hugskotinum og tilgongdini.
Borgarstjórin á Akureyri, Ásthildur Sturludóttir og borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen - ella Karl úr "Stelluhúsinum", sum hann sjálvur tók til, heilsaðu samkomuni.
Bæði fegnaðust tey um sambandið og samanhaldið millum londini. Umboð úr Føroyum gav savninum fimm eintøk av føroysku bókini “Stellurnar” og heilsaði tiltakinum í stuttari røðu.
Aðrir røðarar á tiltakinum vóru Freysteinn Bjarnason, fyrrverandi maskinmeistari, ið var ein av teimum, sum var í Klaksvík eftir skipunum á sinni, Elvar þór Antonsson úr Dalvík, sum hevur gjørt stellumodellið og Kristján Vilhelmsson, stjóri í Samherja.