Stórur meiriluti fyri at lata bólki 5B fleiri fiskidagar

Tjóðveldi, tekur ikki undir við uppskotinum

 

Stórur meiriluti er fyri at lata útróðrarbátum í bólki 5B 750 dagar aftrat í hesum árinum.

Umframt samgonguna tekur Miðflokkurin í vinnunevndini eisini undir við uppskotinum hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum.

Meirilutin heldur tó, at landsstýrismaðurin átti at javnsett bólkarnar 5A og 5B við hinar bólkarnar viðvíkjandi sokallaða buffaranum. Allir hinir bólkarnir hava buffara, sum er óbrúktu dagarnir frá árinum fyri, og ilt er at síggja nakað argument fyri, at bólkarnir 5A og 5B ikki eisini skulu hava eina slíka skipan, sigur meirilutin.

 

Tjóðveldi ímóti

Minnilutin í nevndini, Tjóðveldi, tekur ikki undir við uppskotinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Við at lata bólki 5B fleiri dagar nú við teirri grundgeving, at bólkurin hevur brúkt allar sínar dagar, heldur minnilutin tað vera torført at grundgeva logiskt fyri, at fleiri dagar ikki skulu latast øðrum bólkum ella førum í øðrum bólkum, har dagarnir verða uppi.

Les alt álitið frá vinnunevndini her. 

Uppskotið kemur til aðru viðgerð í tinginum mikudagin. 

Tað skrivar kvf.fo