Stórar broytingar á fakfelagsøkinum
Tann 1. septembur 2025 løgdu lokalfeløgini Framtíðin og Fjallbrúður í Vági, Beinisvørð í Sumba, Rubbishella í Porkeri, Arbeiðsmannafelagið Hov í Hovi og Drósan á Tvøroyri saman til eitt nýtt lokalfelag.
Nýggja lokalfelagið hevur fingið navnið Suðuroyar Arbeiðarafelag og limagjaldið er 0,2%.
Nevndin er skipað soleiðis:
Formaður: Suni Mortensen
Næstforkvinna: Ingrid Larsen
Nevndarlimir: Marina Popovic, Jógvan Delmarsson Kjærbo og Meinhard Edmund Vestureið.
Tiltakslimur: Hartvig Bech
Felagið hevur telefon nummar: 283698
Tað skrivar Føroya Arbeiðarafelag