MYNDARØÐ: Stór undirtøka fyri trolbøting
Í gjár klokkan 17.00 byrjaði skeið í trolbøting á háskúlanum.
Stórur áhugi hevur verið at sleppa á skeiðið.
Tað er Føroya Fiskimannafelag, sum skipar fyri skeiðnum, saman við Føroya Fólkaháskúla.
Skeiðið ætlað øllum, sum meta seg vera óroynd at bøta trol.
Klokkan 17.00 til 17.30 var eitt sindur av teori, men eftir tað og til klokkan 21.00 vr tað mesta undirvísing í trolbøting.
Luttakararnir lærdu at bøta vanlig net, so sum hol og tungur, seta stykkir í, møguliga spleysa og gera ymiskar knútar og annað.
Pláss var fyri 16 luttakarum. Beinavegin var skeiðið fullteknað. Ætlanin er at hava eitt nýtt skeið aftur fyrst í komandi árið.


































