Nýggi Vesturbúgvin kom á Vestmanna í dag
Fitt av fólki var savnað tá skipið stevndi á Vestmanna klokkan 18 í kvøld.
Bjørg á Rógvu, borgarstjóri, helt røðu og tað gjørdi Dánial Jacobsen, reiðari eisini. Sjálvandi spældi tað lokala hornorkestrið til løtuna.
Jan Haldansen tók myndirnar fyri FF í dag.