Stór mótstøða ímóti at loyva øllum russiskum skipum í føroyskar havnir

Stór semja er í løgtinginum um ikki at taka undir við uppskoti Fólkafloksins um at linka revsitiltøkini móti russiskum skipum, so tey øll aftur sleppa í føroyskar havnir.

Hvørki samgongan ella Sambandsflokkurin og Miðflokkurin taka undir við uppskotinum.

Uttanlandsnevndin hevur skrivað álit um uppskotið.

Samgongan og Miðflokkurin eru í meirilutanum. 

Tveir minnilutar eru, Sambandsflokkurin í øðrum og Fólkaflokkurin í hinum.

Meirilutin mælir landsstýrinum til at endurskoða fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland sum skjótast, so uttanlandsnevndin kann fáa málið í góðari tíð.

Fólkaflokkurin tekur, sum vera man, undir við sínum egna uppskoti. 

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo 

Bjarni Rubbeksen eigur myndina