Størstu ferðamannaskipum, sum nakrantíð hevur vitjað í Runavík
Mikudagin 3. juli kemur eitt av størstu ferðamannaskipum, sum nakrantíð hevur vitjað okkum, inn á Runavíkar havn. Talan er um Nieuw Statendam, sum júst hevur bílagt kaipláss, so nú seta vit øll segl fyri at fáa alt at rigga hendan dagin. Skipið liggur við kai frá kl. 8.00 til 17.00. Meira enn 2.700 ferðafólk úr ymsum londum eru umborð, og manningin telur 1.000 fólk.
Skipið hoyrir til reiðaríið Holland America Line, ið eisini eigur Zuiderdam, ið vitjaði okkum fyri 2 vikum síðan. Nieuw Statendam er 300 metrar langt og er sostatt eitt av størstu ferðamannaskipum, ið hava vitjað Runavíkar havn. Øll í býnum og okkara roynda cruisetoymi, sum er sett saman av nógvum lokalum kreftum, verða sjálvandi til reiðar at taka ímóti stóra øllum teimum nógvum gestunum mikumorgunin 3. juli.
Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping og MB Tours er túrsmiður.
Runavíkar havn og Visit Runavík gleða seg at taka væl ímóti gestunum og til altjóða dámin, sum ein tíllík vitjan hevur við sær.