Størsta fiskin fekk Heri Johannesen

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum var hildin leygardagin

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum Dragin skipar fyri, var hildin Í góðveðriðnum leygardagin.

Myndir eru niðast í greinini

Úrslitið av kappingini gjørdist hetta:

Nr. 1: Báturin 'Maria' KG 330 - 953 pund. Manning: Tórhallur Staksá og Sámal Á Tjaldrafløtti

Vinningurin var tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum).

Nr. 2. Báturin 'Eydnufarið' KG 555 - 814 pund. Manning: Jakup Eydnugarð og Finn Baldvinsson.

Vinningurin var tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum).

Nr. 3. Báturin 'Dalsenni' KG 18 - 476 pund. Manning: Jóannis Joensen og Rúni Klode.

Vinningurin var tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: JFK/GADUS).

Størsta fiskin fekk Heri Johannesen við bátinum 'Vivian' KG 258. Fiskurin, ið var eni longa, var 114 cm.

Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: JFK/GADUS)

Eisini var lutakast millum luttakandi bátarnar, ið ikki vóru millum vinnandi bátarnar. Hetta vann báturin 'Benjamin' KG 660 við Sólarn Isaksen og Marni Isaksen.

Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr.(Stuðul: JFK/GADUS).

Dragin takkar fyri luttøku og fyri stuðul til vinningar!