Størri makrel- og svartkjaftakvotur

nú ófiskað tons í fjør og kvoturnar eru dagførdar

Føroyska makrelkvotan og svartkjaftakvotan eru vorðnar størri, nú ófiskað tons í fjør og kvoturnar eru dagførdar.

Dagførda makrelkvotan fer úr 25.000 tonsum upp í 35.881 tons.

Aftrat koma 2.523 tons, sum ikki vóru fiskað í 2025.

Dagførda svartkjaftakvotan fer úr 200.000 tonsum upp í 302.483 tons.

Aftrat koma 14.700 tons, sum ikki vóru fiskað í 2025.