Støðin KG 102 og Tjaldur
Henda myndin hjá Fjallheim sýnir útróðrarbátin Støðina KG 102 og ferðamannaskipið Tjaldur – áður St. Thomas hjá ØK – við bryggju í Klaksvík.
Tað skrivar Óli Olsen á nordlysid.fo
Kjølbro læt í 1945 Støðina smíða á Skála skipasmiðju. Hon var 20 tons, smíðað úr eik og furu, og motorurin var 90/100 hesta alfadiesel. Um 1960 seldi Kjølbro nøkrum oyrarmonnum búsitandi í Klaksvík Støðina. Teir nevndu hana Brattenni. Kristian Høgnesen, sáli, var ein av monnunum, sum keypti bátin. Hann segði:
”Eitt kvøldið, vit stóðu og egndu umborð í Sævarenni og skuldu til útróðrar, kemur Ewald Kjølbro oman á brúnna á Stongunum. Illa kavaði, og hann spurdi, um vit ikki vóru kaldir at standa úti á dekkinum – um ikki hevði verið betri at verið í bátinum, sum lá hinumegin brúnna. Hann meinti við Støðina, ið hevði egningarskúrar.
Vit hugsaðu um hetta, og tá ið vit komu aftur av útróðri, fóru vit at vita, hvussu vorðið var, um hon var til sølu. Stutt eftir høvdu vit keypt bátin.”
Í 1972 seldu oyrarmenn hvalbingum bátin. Haðani fór hann út á Strendur, og tá ið báturin hevði tænt fyri seg, endaði hann á havsins botni, sum vanligt var tá.
Tjaldur
Pf. Skipafelagið Føroyar keyptið fyrsta Tjaldrið í 1925 (myndin). Skipið var smíðað í 1916 í Keypmannahavn, 1130 tons, og hevði 1000 hesta guvumaskinu. DFDS hevði áður havt skip við Tjaldurs-navninum siglandi upp á Føroyar.
Byrjanin hjá Skipafelagnum (stovnað í 1919) var tung, men við Tjaldrinum LES ALLA GREINIA HER https://nordlysid.fo/tidindi/76034/stodin-kg-102-og-tjaldur