STØÐAN HJÁ TROLBÁTUM 4T
Sigatindur, Olga Maria, Jens Leon, Fiskaklettur, Búgvin og Skálafossur – hetta eru føgru nøvnini á teimum heilt fáu trolbátunum, sum enn eru í fullari drift í Føroyum. Tí fólkið, sum drívur fiskiskap í bólki 4T, hevur tikið landsins myndugleikar upp á orðið og hevur effektiviserað bólkin heilt álvarsliga síðani 2005, tá eini 18 trolbátar vóru í drift. Hetta er hent við íløgum, umleggingum og visjónum, sum allir partar hava stríðst og goldið fyri, so at hetta slagið av fiskiskapi kann vera varðveitt og kann geva meining framhaldandi í Føroyum.
Tað er týdningarmikið við nógvum framfýsnum vinnuvirksemi í okkara landi, og at vit, sum politisk skipan, taka vinnulig og trivnaðarlig atlit – eisini, tá vit arbeiða við djóra- og náttúruvernd, so sum at verja dýrabæru fiskastovnar okkara.
Nú landsstýrismaðurin hevur sett átøk í verk og fyrireikar enn fleiri fyri at endurbyggja toskastovnin, so er vorðið greitt, at millum skipabólkar, fiskidagatal og fjøltáttaði verndarátøk, sum eru framd seinastu árini og ætlandi verða framd, tykjast trolbátarnir í 4T serliga hart raktir. Eisini rakar tað sostatt summi støð í landinum heilt meint.
Í Leirvík virka ikki færri enn tríggir av omanfyrinevndu trolbátum, og hava teir lutfalsliga nógv gott avleitt virksemi, sum m.a. kemur til góðar sum fiskavørur til okkara egna heimamarknað, eins og fleiri hava hetta fiskarí og avleidda virksemi sum sín vinnuveg til at forsyrgja sær og sínum. Men eisini Vestmanna, Klaksvík og onnur støð verða sostatt rakt, um ikki farið verður inn í málið aftur fyri at tillaga framd ella ætlaði verndarátøk og/ella at útvega bólki 4T onkrar nýggjar møguleikar at menna sín fiskiskap.
Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum munnliga á tingfundinum hósdagin 25.januar 2024:
1. Umhugsar og ætlar landsstýrismaðurin at broyta nýggju
kunngerðina um at skerja fiskidagatalið, so at trolbátarnir í bólki 4T heldur verða skerdir við 10% enn 20% eins og hinir trolararnir, sum eru bólkaðir í bólki 2?
2. Umhugsar og ætlar landsstýrismaðurin at broyta nýggju kunngerðina um at skerja fiskidagatalið, so at trolbátarnir í bólki 4T heldur verða skerdir við 10% enn 20% eins og hinir trolararnir, sum eru bólkaðir í bólki 2?
3. Umhugsar landsstýrismaðurin at tillaga sínar friðingarætlanir, so at bólkur 4T varðveitir atgongd?
4. Ætlar landsstýrismaðurin at loyva trolbátunum í 4T at veiða havtasku í gýtingarøki D?
5. Arbeiðir landsstýrismaðurin við øðrum nýggjum loysnum, sum kunnu gera tað liviligari hjá teimum fáu trolbátunum, sum eru eftir í bólki 4T, í fiskiskapinum og harvið varðveita møguleikan at fáa góðan rakstur í virkseminum?
Á løgtingi 24. januar 2025
Hanna Jensen, løgtingskona