Stívar saltfiskasvintur, citrónfromaga og stórídnaður
Tað er 1984 og eg eri stødd á Tvørabakka, við handilin hjá D. J. Enni. Fari at spáka mær ein túr eystureftir ella úteftir, sum vit siga, til Apotekið. Komi framvið biksini hjá Lauru hjá Julian, Auto og Húsbúna, N.J. Thorsteinsson, blikksláaranum, Fotobúðini hjá Karl og Klaru, Bókbindaranum, bakarínum hjá Sofus S. Dimon, Sjóvinnubankanum, Sjúkrakassanum og Gjaldsstovuni, Smiðjuni, N.J.Mortensen, skræddaranum, hjá Hanna, Kjøt og Kolonial, hjá Hans Paula, Blaðbúðini, Plátuhandlinum hjá Hans Samsonsen, pylsuvogninum hjá Robert, TipTop, Karl Jespersen, hotellinum, Poul Arna, Sparikassanum, krambúðini hjá Thomsen, Føroya Banka, El-handlinum, Túnábúðini, Uttara handli og á veg oman á kaina, Taxastøðini og kioskini hjá Eriki á Eiði, sum selur verðins besta softice!
Á kaiini landa utróðrabátar og trolarar til flakavirkið, Smyril leggur at og hevur avgreiðslubygning her, nógv fólk kemur á kaiina at hyggja hvør kemur í land, her verður lossað og egnað. Kaiin dregur ung sum eldri at sær, bygdafólk og gestir. Summir av drongjunum í flokkinum hjá mær – teir, sum í dag eru sjómenn – sita sum á nálum og bíða eftir fríkorteri at sleppa oman á kaiina, drúgt fríkorter, heilar tímar, og ulpan við vátum fiskasoðs-ermum verður løgd á radiatorin, tá teir koma niðan aftur í skúlan.
Tað er ein serligur stemningur á kaiini, ljóð av bátum og skipum, sum koma og fara, gorran av fólki og fugli, luktur av fiski og slógvi, smakkur av salti og sjógvi….Ein ráur stemningur, men eisini fjálgur, hóast tað kann vera nokkso droytt at koma í stívu saltfiskaklæðini um morgunin. Eg arbeiði í saltfiski heldur enn at ganga í 10. flokki, stakki saltfisk í gamla flakavirkinum hjá NJM saman við Jonnu, Marnu, Elbjørg, Paulinu, Ester, Johonnu Mariu, Estrid, Finngerð og fleiri.
31. juli spyrji eg Pola, okkara góða arbeiðsformann, um vit – til seinnu kaffipausuna - kunnu gera eitt borð uttanfyri av seks fiskakassum og eini plátu, eftirsum sólin skínur og eg fylli 16. Gamaní! Saltfiskasvinturnar standa sjálvar framvið vegginum, og mamma kemur við kaffi og citrónfromagu. Minniligur føðingardagur!
Vit - sum í løtuni verja okkara lív og tilveru, mentan og søgu her í miðbýnum, og vilja hava útbyggingina hjá Varðanum Pelagic staðsetta á serligum ídnaðarøki – fáa m.a. at vita, at vit á henda hátt steðga øllum framburði og liva í einum nostalgiskum hugaheimi.
Eg haldi, at vit gera júst tað ØVUGTA, vit eru framskygd og taka tíðina, vit eru formaði av, við okkum inn í nútíðina og framtíðina!
Eg veit væl, at kaffipausur og citrónfromaga úti á kaiini hoyra ikki dagsins samfelag til ei heldur fjøltáttaða handils- og ídnaðarvirksemi, men myndina av Tvøroyri – fyri bara 40 árum síðan – hana eigi eg og fari altíð at goyma hana! At vit ikki kunnu brúka hana til nakað í dag er tvætl, sjálvandi kunnu vit tað, tí vit menniskju trívast best í einum livandi býi, sum hevur verulig býarrúm til okkum at spáka í, sum eru skapt til okkara kropp og sansir. Allastaðni kring okkum eru býir í ferð við at endurskapa býarrúm, har menniskju kunnu hittast, práta, hugna sær, eta, njóta og uppliva.
Við eini staðseting á einum ídnaðarøki – t.d. hinumegin fjørðin, har kommunan hevur oyramerkt eitt øki til ídnað – fær Varðin Pelagic, og Tvøroyrar kommuna, møguleika fyri at hugsa langt og stórt. Afturat eini protein- og lýsiverksmiðju kann, sum onnur eisini hava verið inni á, hugsast í lidnari matvøruframleiðslu, biogassvirki, eini Power-To-X royndarstøð og harvið tryggja grøna orku til húsarhald, og enn longur, grønt brennievni til eitt nýtt ættarlið av Varðaflotanum, tí vit síggja í dag, at alsamt størri krøv verða sett til CO2 útlátið hjá fyritøkum.
Varðin Pelagic sigur seg leggja seg eftir at koma inn á bestu marknaðir og roknast kann við, at hesir marknaðir eisini hava mest krevjandi kundar. At byggja framskygdar skipanir setur krøv til undirstøðukervi, pláss og trygd v.m.
Eg havi ongan serkunnleika hvat viðvíkur framtíðarframleiðslu á hesum økinum, men allur fornuftur – grundaður á prinsipp/lóggávu innan býarplanlegging - sigur mær, at Tvøroyrar kommuna eigur at vísa Varðanum Pelagic á eitt ídnaðarøki, har møguleiki er fyri at vaksa, so vinnan, Tvøroyri og Suðuroyggin eru tilreiðar at taka ímóti stóru møguleikunum, sum liggja úti í framtíðini, og ikki minst avbjóðingunum, sum okkara skroypiliga tíð stendur frammanfyri.
Myndir: Marna og Finngerð (lænt av fb-bólkinum Gamlar myndir av Tvøroyri), marinerað sild, Varðin Pelagic og roykt sild og makrelur av Bornholm!