Hendrik Møller ikki í Vanlukkutryggingarráðnum longur

Orsøkin er, sigur sorinskrivarin, at arbeiðsbyrðan er ov stór

Sorinskrivarin skal ikki longur vera forfólk í Vanlukkutryggingarráðnum.

Arbeiðsskaðatryggingarlógin skal broytast, so landsstýrisfólkið í umhvørvismálum sleppur at velja forfólk, sum skal vera løgfrøðingur.

Uppskot um lógarbroytingina er sent til hoyringar.

Eftir áheitan frá sorinskrivaranum flutti landsstýrið í fjør heyst umsitingina hjá Vanlukkutryggingarráðnum frá Føroya rætti til Arbeiðs- og Brunaeftirlitið. 

 

Ov stór arbeiðsbyrða

Sorinskrivarin heitti samstundis staðiliga á landsstýrið um at broyta ásetingarnar í arbeiðsskaðatryggingarlógini, so hann ikki longur skuldi vera fast forfólk í Vanlukkutryggingarráðnum.

Og tað ger landsstýrið nú.  

Orsøkin er, segði sorinskrivarin, at arbeiðsbyrðan er ov stór.

Og Vanlukkutryggingarráðið er ikki innanfyri høvuðsvirksemið hjá Føroya rætti. 

Meiri enn 350 mál um árið

Vanlukkutryggingarráðið hevur meira enn 350 mál um árið. Ráðið hevur 15-20 fundir um árið.

Endamálið við lógaruppskotinum er eisini at áseta greiðar gegnisreglur.

Endamálið er haraftrat at geva Vanlukkutryggingarráðnum møguleika at stytta málsviðgerðartíðina við at geva skrivaranum hjá ráðnum loyvi til at taka avgerðir í ávísum málum.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo