Soleiðis sær Niels Pauli TG 405 út í dag
Djúpvatnstrolarin Niels Pauli bleiv tann 2. mai í ár sleipaður av Vestmanna, kósin var tá sett móti Esbjerg, har skipið skuldi høggast upp hjá Smedegaarden í Esbjerg. Har vóru m.a Athenu, Nim og Saksaberg eisini høgd upp.
Skipið hevði tá ikki verið í vinnu síðan í 2019.
Ætlanir var at selja Niels Paula, men ongun áhugi var.
Niels Pauli varð bygdur í Norra í 1983, og hevur øll árini havt sama navn og heimstað.
Sum myndin vísur, so eru teir byrjaðir at høgga trolarin upp á medegaarden í Esbjerg. Soleiðis sær Niels Pauli TG 405 út í dag.
Myndina omanfyri eigur Høgni Davidsen, skipari á Esvagt Mercator.