Soleiðis sær fyrrverandi Magnus Heinason út nú

Magnus Heinason liggur her í býnum Makarska í Kroatia. Tað skrivar Drago Obradovic á facebook-vanga sínum. 

Magnus Heinason er umbygdur til "undirhalds-ídnaðin" og eitur nú MITO. Mett verður at MITO ferð í sigling næsta summar, skrivar Drago Obradovic á facebook-vanga sínum.  

 

fiskur.fo skrivaði soleiðis tann 3.november 2021 -

Gamla havrannsóknarskipið fer ikki at enda sínar dagar á botni inni í Kaldbaksfirði. Magnus Heinason er seldur einum felagi í Kroatia, sum ætlar at brúka skipið til ferðavinnuvirksemi.

Tað upplýsir stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, fyri VP.

Magnus Heinason, sum er bygdur á Langsten Slip og Båtbyg í Noregi í 1978, hevur staðið á sølulista síðani mai. Keypsprísurin verður ikki upplýstir, skrivar vp.fo.

Skipið kom til Skála í gjár, og áðrenn handilin endaliga fer ígjøgnum skal skipið til botnkanningar.

TRYST HER  https://fiskur.fo/skal-brukast-sum-ferdafolkaskip-i-kroatia