Soleiðis rakar skattaumleggingin sjómannin

Tilráðingarnar frá ICIS og skattaumleggingin raka sjómannin sera hart.

Fíggjarmálaráðið sigur, at fiskimannafrádrátturin lækkar soleiðis frameftir

Í dag er fiskimannafrádrátturin 14% av inntøku niðan fyri 470.000 krónur. 

Tá frádrátturin er 14% av 470.000 kr er úrslitið 65.000 kr. í frádrátti

Fiskimannafrádrátturin lækkar eisini í 2024 og tá verður loftið 400.000 krónur

Tá verður frádrátturin 14% av 400.000 kr er úrslitið 56.000 kr. í frádrátti

Í 2025 verður frádrátturin 14% av 300.000 krónum

Tá frádrátturin er 14% av 300.000 kr er úrslitið 42.000 kr. í frádrátti

 

Eitt sera áhugevert lesarabræv liggur á VP:FO, har Sólfinn Georg Kjærbo Gudmundsen dekkari á norskum trolara skrivar soleiðis:

Hetta er tað, sum veruliga er hent og fer at henda við kvotunum í Barentshavinum:

- Kvoturnar lækka í 2024 við 20% - 3. árið á rað

- Eisini er avgjørt, at kvoturnar aftur skulu lækka 20% í 2025

Síðan 2020, tá toskakvotan í Barentshavinum var 775.000 tons, so verður henda 350.000 tons í 2025 - ein lækking uppá heili 55%.

Hýsukvotan fer at lækka í tíðarskeiðum 2020 -2024 frá 215.000 tonsum til 141.000 tons - tað er ein lækking uppá heili 34%.

Hesar lækkingar av kvotunum, koma eisini at raka føroysku trolararnar í Barentshavinum.

Her endar greinin hjá Sólfinni.

Vit kunnu skoyta uppí, at útlitini undir Føroyum fyri føroyska fiskimannin versna í 2024.

ICES mælir til, at veiðan av upsa í 2024 kann vera í mesta lagi 15.323 tons. Hetta er ein minking á 14% í mun til tilmælið fyri 2023. Orsøkin er minni tilgongd til stovnin síðstu árini.

Í frágreiðingin í 2022 kom ICES við tilmæli, at upsaveiðan í 2023 skuldi í mesta lagi vera 17.843 tons, og tað var ein minking við 52 prosentum enn mælt varð til í 2022.

Tað merkir at tilráðingarnar frá ICIS og skattaumleggingin raka sjómannin sera hart.