Søgan um Westward Ho løgd fram
Mánadagin klokkan 16 verður framløga á loftinum í Müllers Pakkhúsi, har Helgi Jacobsen fer at leggja fram nýggi bókina, sum hann hevur skrivað fyri Tórshavnar kommunu í sambandi við at sluppin fylti 140 ár í fjør.
Bókin greiðir frá vinnuliga fiskiskapinum hjá Westward Ho øll árini, ið Thomsen á Tvøroyri átti hana frá 1895 til 1964, tá hon var løgd. Í 1965 keypti ein grunnur í Havn Westward Ho við tí endamáli at varðveita sluppina sum eitt siglandi minni um slupptíðina. Síðani 1968, tá endurbygda sluppin sum deyðsiglari vitjaði í Esbjerg, hevur hon á nærum hvørjum ári verið á ferðum uttanlands og á tiltøkum í Føroyum. Bókin sigur frá fleiri av hesum ferðum.
Umframt at greiða frá søguni um Westward Ho, sigur bókin eisini frá tunga takinum hjá føroyingum at fara frá áttamannafarinum til havfiskiskap við sluppum. Harumframt er ein samandráttur á enskum.