So púra beint hjá Hans Ellefsen
So púra beint hjá Hans Ellefsen.
Síðani Føroyar fingu ræði á egnum havleiðum, er bara gingið skeiva vegin við fiskastovnunum. Reiðararnir hava fingið akkurát tað teir vildu hava: púra frítt at fiska í eini dagaskipan, sum er so rúmsátt, at ongin rennir seg í mørkini. Og støðan er hareftir.
Bæði samfelag, fiskastovnar og vinna líða undir vanrøktini av sjófeinginum. Toskastovnurin er bara tódnaður, tilgongdin av ungtfiski minkað, veiðan minkar, men veiðitrýstið bara økist.
Uttan mun til hvør flokkur, sum umsitur fiskivinnumál, so hevur uppskriftin verið tann sama. Nú setti Tjóðveldi Dennis Holm í sessin, sum áður hevur sitið eini 10 ár sum formaður í Fiskidaganevndini. Hvørt einasta av teimum 10 árunum gekk Fiskidaganevndin tá ímóti neyðugu skerjingunum sum Havstovan og ICES mæltu til.
Tey eru fá, sum tora at tosa óheft og skilvíst ímóti etableraðu maktini í fiskivinnumálum. Tey flestu krúpa uttanum. Gott at onkur er trúgvur móti sannleikanum.