So fór Dassi um deyðans gátt
Fyrr í ár eru fleiri menn um mín aldur deyðir, sum eg á ymsan hátt havi sett prís uppá í lívinum. Herfyri fór Jóan Hendrik, sum var ein av mínum bestu vinmonnum, og nakað um somu tíð komu deyðsboðini av Thorstein Thorgeirsson, sum vit kallaðu Dassa. Hann var millum teir fyrstu næmingarnar, sum gingu á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, og tað var har, eg lærdi hann at kenna.
Dassi var eitt sindur eldri enn, og sjálvt um vit báðir vuksu upp í Klaksvík, so minnist eg lítið til hansara, áðrenn hann byrjaði á Fiskivinnuskúlanum í 1990. Kanska ikki so løgið, tí hann sigldi við langfarafiskiskipum frá heilt ungum árum. Hann sigldi við línuskipinum Borgaranum í fleiri ár, og so løgið tað ljóðar, so segði hann seg onkuntíð sakna teir longu túrarnar heimanífrá. Tá hann fylti 17 ár í 1971, sigldi hann við tá nýggja Sjúrðarbergi hjá Kjølbro, og hann mintist, at kokkurin hevði gjørt honum lagkøku at feira dagin. Hann sigldi eisini sum fastur lastarmaður við línuskipunum Borðoyarnesi saman við Aksel hjá Holgar í Búðunum. Tær vaktirnar kundu verða langar, tá nógvur fiskur var at fáa, segði hann mær onkuntíð.
Eg ivist ikki í, at tað kropsliga harða arbeiði við føroyskum fiskiskipum tá í tíðini, hevur slitið ryggin á mongum manni, og eg haldi meg minnast, at Dassi kom á Fiskivinnuskúlan, tí hann hevur fingið trupulleikar við rygginum. Tó vildi hann sleppa at halda fram at arbeiða innan fiskivinnuna á ein hátt, sum ikki kravdi so nógva kropsliga orku. Tí søkti hann inn á Fiskivinnuskúlan, har útbúgving afturat hansara drúgvu royndum á sjónum, kundu skaffa honum arbeiði, sum gav meining fyri hann. Hann byrjaði á skúlanum á sumri í 1990, sum var annað árið, vit tóku næmingar inn á skúlan. Frammanundan hevði hann tikið kokkaskeið í Klaksvík í 1972.
Eg undirvísti sjálvur flokkinum hjá Dassa í tí fakinum, sum æt fiskivinna, og tað var týðiligt, at tað var fakið, sum hevði hansara størsta áhuga á skúlanum. Við sínum nógvu royndum á sjónum var hann eisini góður stuðul hjá mær í undirvísingini, serliga tá tað snúði seg um arbeiðsgongdir og handfaring av fiski og reiðskapi umborð á skipi. Dassi fekk prógv á Fiskivinnuskúlanum á sumri í 1992 saman við 11 øðrum næmingum. Tá stóð heitið “Fiskivinnutøkningur” í próvnum.
Sjálvt um fíggjarkreppan var komin í hæddina, tá Dassi hevði fingið prógv, so skrivaði hann til mín fyri einum tveimum árum síðan, at hann ongantíð hevði havt trupult við at fáa størv, sum settu krøv til útbúgving og praktiskar royndir. M.a. hevði hann starvast sum formaður á Roykivirkinum í Klaksvík í eini 10 ár. Eitt skifti var hann eygleiðari fyri landsstýrið við japanska skipinum “Shinka Maru”, sum royndarfiskaði eftir tunfiski undir Føroyum, og hann hevði eisini siglt sum fabriksformaður við russiskum trolarum. Dassi segði seg hava verið glaðan fyri tíðina á skúlanum og hava havt stórt gagn av útbúgvingini, sum eg sjálvsagt var fegin um at frætta.
Í 2010 flutti Dassi niður til Randers í Jyllandi at búgva. Tá var hann fyritíðarpensjoneraður, og hann hevði ikki lønandi arbeiði eftir tað. Har segði hann seg hava ein góða íbúð og at trívast væl. Dassi var 69 ára gamal, nú hann doyði.
Eg havi djúpa samkenslu við tykkum, sum hava mist, og tit skulu verða fullvís í, at eg setti stóran prís uppá Dassa bæði sum næming og sum menniskja.