So er hann aftur á sjónum
Fyrireikarnir av grunninum "Ólavur VN 138" høvdu heitt á fólk, um at koma til hjálpar í gjár, leygardagin, nú ætlanin var at sjóseta gamla postbátin.
Nógv fólk var til staðar, tá arbeiði byrjaði.
Stórur krani var komin til gomlu skipasmiðjun, har Ólavur hevur staði á landi í longri tíð.
Seint seinnapartin eydnaðist tað so at fáa Ólav á flot.
Nú liggur "sluppungin" inni í nýggju havnini, har bátastevnan plagar vera hildin.
HER ER EIN ONNUR MYNDARØÐ tá Ólavur stóð á landi MYNDARRØÐ: Ein áhugabólkur hevur keypt gamla postbátin (fiskimannafelag.fo)
Sum skilst, so er ætlanin at sleipa Ólav til Nólsoyar, har hann skal setast í uppruna stand. Mett verður at tað arbeiðið tekur um hálvtannað ár.