Snarfrost í holt við at arbeiða uppsjóvar- og botn­fisk

Virkið hevur fingið nýggja og framkomna útgerð

Snarfrost í Miðvági er komið í gongd at virka bæði uppsjóvarfisk og botnfisk aftan á umbygging og nýgerð til framleiðslu og hagreiðing.

Virkið hevur fingið nýggja og framkomna útgerð til at arbeiða uppsjóvarfisk, samstundis sum meira siðbundin framleiðsla av svartkalva og øðrum botnfiski kann fara fram á egnari deild.

Framleiðslan á virkinum byrjaði aftur í september aftan á steðg í umleið trý ár.

Tað sigur FM1.