Smyril Line hevur ogna sær “Seagard”
Seagard er eitt sokallað Ro-Ro skip, sum merkir, at farmur verður koyrdur umborð og av skipinum, heldur enn at verða lastað við krana.
Skipið verður handað Smyril Line í Hirtshals í fyrstu viku í januar komandi ár, og tá fær tað navnið “Glyvursnes”.
Seagard varð bygt á skipasmiðuni Sietas í Týsklandi í 1999. Tað er 153,5 metrar langt og 20,6 metrar breitt.
Tá Seagard – ella Glyvursnes – er yvirtikið, verður tað sett í regluliga sigling á rutuni, sum Mistral røkir í dag – tað er millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals.
Tá Glyvursnes er komin aftrat, eru tilsamans seks skip í flotanum hjá Smyril Line.