Sluppin Sólbrún VA 97 úr Miðvági

Av og á kemur okkurt nýtt undan kavi. Havi leingi sæð eina slupp við navninum Sólbrún VA97 úr Miðvági í álmanakkum frá 1940 árunum, men eingin mynd at finna nakrastaðni. Men so brádliga var hon her. VA97 á Siglufjørðinum í 1946.

Sólbrún var slupp sum var stutt tíðarskeið í Miðvági, umleið 1943-45 (óvissa) til 1949. Tað var P/F Múlin við Sámal Ellefsen, ið átti sluppina.

Tá Múlafelagið hevði mist Nýggjaberg av krígsávum í 1942, leigaðu teir ymisk skip. Og nakað seinni, undir krígnum keyptu teir sluppirnar Guðrun Zöega og Sólbrún. Lamba-Jørgin var skipari á Sólbrún. Tann eina túrin undir Íslandi, søkti ein týskur kavbátur tvey íslendsk skip, har teir vóru staddir. Tá sigldi Lamba-Jørgin, Sólbrún inn á grynri vatn, har ið kavbátar ikki kundu sigla. Seinni vóru teir boðsendir til Reykjavíkar til forhoyr um hvat teir høvdu sæð.

Í sildatíðini 1940 árunum, lá eitt ótal av skipum á Siglufjørðinum. Summarið í 1948 vórðu nærum 500 útlendsk skip melda til hjá myndugleikunum á Siglufirði, afturat teimum 260 íslendsku. Har vóru gjøgnum summarið 1948: 262 norsk, 116 føroysk, 77 svensk, 7 donsk, 2 finsk og 3 týsk skip.

Tað skivar Jan Erik Simonsen á heimasíðuni vagaskip.fo

Les meira um sluppina Sólbrún VA 97 í árstalsbólkinum Skip Vágar 1939-1957.

janerik

Á myndini omanfyri: Skip og bátar á sildavertíð á Siglufirði summarið í 1946, har ímillum Sólbrún VA97 úr Miðvági.

Mynd: Kristfinnur Guðjónsson