Sluppin John Bull
Í 1914 keypti Karl á Høvdanum av Strondum, búsitandi í Klaksvík, sluppina Ragnheiður úr Íslandi. Hon fekk upprunanavnið John Bull aftur og nummarið KG 360. Sluppin var smíðað í 1890 í Grimsby og var 88 tons.
Í 1921 keyptu brøðurnir Kjølbro og Dávur í Gerðum John Bull frá Karl á Høvdanum, og Dávur fór at føra hana. Seinni átti Kjølbro hana einsamallur.
John Bull fekk motor tíðliga í 1920-árunum. Hetta gekk fyri seg, meðan hon lá á floti á Klaksvík. Einki ravmagn var, og borast mátti við hond fyri stevnirørinum. Hetta var stórarbeiði, men tað eydnaðist.
Í 1939 sigldi eitt farmaskip á John Bull á Eysturlandinum í Íslandi. Sluppin sakk, men manningin kom livandi frá hendingini.
Úr dagbók Fischer Heinesens
Fischer Heinesen sigldi við John Bull, áðrenn hon fekk motor. Tá ið teir í 1921 vóru undir Íslandi, fylti Fischer tjúgu ár (3. september). Henda dagin setti hann sær fyri at skriva niður alt, ið fyrifórst av týdningi í lívinum – at skriva dagbók. Vit taka nøkur dømi:
John Bull, 6. september 1921
Vit fingu 1100 fisk í gjár og 900 í dag á Kolmúlagrunninum, vit hava fingið so at siga allan okkara fisk her.
8. september
Hálaðu av seinnapartin, nógvur fiskur, vit máttu skifta stórseglið, tí tað rivnaði eitt sindur, og fingu so bara 500.
9. september
Lógu á Kolmúlagrunninum; 1450 fisk.
10. september
Hálaðu av á Lítlagrunni eina lítla løtu og fingu okkurt um 450 fisk, einki salt eftir og skipið fult; vit hava 300 fiskar undir 41.000 henda túrin, hava landað 100 skippund og hava rest inni; eg havi 1765. Vit settu segl til Føroya kl. 3 seinnapartin, men høvdu eitt rep í stórseglinum; á kvøldvaktini ruskaði hann, vit áttu deksvakt og tóku toppsegl og størsta klyvara. Tann fyrsti róðursmaðurin bleiv bundin kl. 8. Landnyrðingur.
Mánadagur, 12. september 1921
Í gjár á morgunvaktini mistu vit bátin, hann soraðist heilt sundur; fiskakassan og fýra livraføt mistu vit eisini. Fyrrapartin brotnaði eitt sindur av uppstandandi í læ. Seinnapartin bleiv hann útnyrðingur, eg átti róðurstørn, men bestimaðurin fór at stýra og stýrdi so, til vit løgdu til kl. fýra; mesanin til deks og ”Símun” á gronina; skiparin segði, at hann hevði ikki fyrr siglt í so ruskutum veðri. Vit vóru 30 fjórðingar úr landi, tá vit løgdu til. Í morgun á hundavaktini kl. 03 fóru vit aftur at sigla, vindurin var minni, men sjógvurin var einki frægari; komu heilt beinir og passeraðu Kallin kl. 07, róðursmaðurin stóð bundin, líka inntil vit komu inn fyri Trølladal; vit komu á Klaksvík um middagin. Tá ið Gud vísir okkum sína almakt, tá síggja vit best, hvussu lítlir vit eru.
Óli Olsen, rithøvundur skrivar hetta á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.